12. januar 2023

Starv sum námsfrøðingur í Hósvíkar skúla.

Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Hósvíkar skúla.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, í tíðaravmarka starv, at byrja 1. februar 2023.

Hósvíkar skúli, er ein bygdarskúli við næmingum úr 1.-3. flokki. Á skúlanum starvast 2 lærarar og ein námfrøðingur.

Um starvið:

Stuðlin kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við, leiðslu, førleikastovuna, og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.


Stuðulin hevur m.a. til uppgávu at skipa fyri tillagaðum tiltøkum við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat kemur tann, ið verður settur, til at arbeiða við eini inkluderandi skúlamentan.
Tann, ið settur verður, skal:

- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
-Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.

- Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.

- Vera stundisligur og nærlagdur


Lønar- og setanartreytir.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv við setanarbrotið 0.5, og er tað lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.


Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi, í seinasta lagi mikudagin 18 januar kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:


T-postur: Torgerd.joensen@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja á tlf. 297258

Nýggjastu greinarnar

01. mai 2025

Starvslýsing

Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Hósvíkar skúla.pdf

Vís meira
23. apríl 2025

Garðdagur

15/5 frá kl. 16-19 verður garðdagur hjá Hósvíkar skúla og frítíðarskúlanum við Stórheygg.  Kl.…

Vís meira
11. apríl 2025

FM í talvi

26/3 vóru børn úr 3. flokki til talvkapping í Fuglafjarðar skúla. Tey sloppu ikki víðari hesufe…

Vís meira
11. apríl 2025

Bókmentavika

Í døgnum 7-11 apríl hevur verið bókmentavika í Hósvíkar skúla fyri at skapa lesigleði og hugsav…

Vís meira