Lesiløta
Í Hósvíkar skúla, byrjar hvør morgun við eini lesiløtu. Endmálið er, at næmingarnir læra at lesa sjálvstøðugt, og kunnu velja bøkur, sum hóska til lesistøðið og áhugamál hjá tí einstaka. Eisini er høvið hjá lærarinum, at lesa saman við næminginum.
Vit mæla til, at ein vaksin/sykstin lesa saman við barninum hvønn dag.
Spæl og rørsla
Í Hósvíkar skúla hava næmingarnir eitt langt fríkorter 9.30-10.00.
Spæl og rørsla er ein týdningarmikil partur av menningini hjá barninum, eisini tá ta er í skúla. Við spælið, læra børn at brúka tey kensluligu, sosialu, kroppsligu og kogitivu evnini.
Vit ynskja, at geva børnunum stundir til at spæla í gerandisdegnum, bæði við skipaðum spølum og spontanum spæli.
Tað eru sera góðar umstøður til spæl bæði úti við fifa vølli og kaltristativi. Tá veðrið ikki er til útispæl, eru góðar umstøður fyri spæli inni.
Klæði
Tað umráðandi, at barnið hevur klæði og skógvar, sum hóska til veðrið og árstíðina. Tað eitt gott hugskot altíð at hava eitt sett av skiftiklæðum á plássinum.
Til ítrótt skulu næmingarnir hava ítróttarklæði, innanduraskógvar og handklæði við.
Til svimjing skullu næmingarnir hava svimjuklæði, svimjubrillur og handklæði við.
Matur
Børnini hava sjálvi matpakka og drekka við. Vit eta lítlan matpakka kl. 9.30.
Finn góð ráð til matpakkar og o.a. á heimasíðuni hjá gigni: https://www.gigni.fo/skulaborn/.
Føðingardagar
Barnið er vælkomið at hava eitthvørt gott at bjóða, tá tað hevur føðingardag.