Meginreglur fyri Hósvíkar skúla

Sambært løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai 1997 um fólkaskúlalóg við seinni broytingum §53 ásetir Skúlastýrið fyri Hósvíkar skúla hesar meginreglur at galda fyri Hósvíkar skúla.

1.     PARTUR

1. Endamál

Uppgáva skúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Skúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Skúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal í støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelagi. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

2. Gerandisdagurin

Gerandisdagurin í skúlanum skal vera skipaður so, at næmingarnir fáa lært seg góðar arbeiðsvanar, samstundis sum teir ogna sær kunnleika, fimi og málbering.

Næmingar og lærarar skulu hava so fáar millumtímar sum gjørligt.

3. Stundir til arbeiðis og til spæl

Stundir skulu vera til arbeiðis, og stundir skulu vera til spæl.

Til hvønn skúlatíma (45 min.) hoyrir fríkorter (10 min.), men skúlin kann seta tímar og fríkorter øðrvísi saman.

Klokkutíðirnar eru hesar:

1. tími 08.00 - 08.45
2. tími 08.45 - 09.30
Fríkorter 09.30 - 09.50
3. tími 09.50 - 10.35
4. tími 10.35 - 11.20
Matarsteðgur/fríkorter 11.20 - 11.50
5. tími 11.50 - 12.35
Fríkorter 12.35 - 12.45
6. tími 12.45 - 13.30
Fríkorter 13.30 - 13.40
7. tími 13.40 - 14.25

 

4. Tímatalvan

Tímatalvan er galdandi tímatalva.

Samb. lógini skal vikutímatal næminganna í einum fleir-flokkaðum skúla vera lagað eftir         næmingatali og aldursbýti næminga. Samlaða tímatalið fyri allar flokkar skal smb. §19 stk. 5 vera í minsta lagi tað, sum lógin ásetur.

Um skúlaleiðarin heldur, at góðar grundir tala fyri tí, kunnu tímar flytast millum flokkar samb. §   19 stk. 4.

5. Tíma- og lærugreinabýtið

Skúlaleiðarin ger uppskot um býtið av lærugreinum millum starvsfólk skúlans. Hann skal í tann mun, hann heldur, tað ber til, hava ynski læraranna í huga, tá tímatalvan verður løgd.

Hann skal samstundis eisini ansa eftir, tá ið lærarabólkar verða settir, at samlaði undirvísingarførleikin til hvønn flokk má vera nóg hollur og fjølbroyttur.

Skúlaleiðarin ger av, hvør verður flokslærari í ymisku flokkunum.

Annars er tíma- og lærugreinabýtið altíð tað, ið svarar til skúlar á okkara stødd.

Undirvísingarevni/lærugreinapartar

Undir heimstaðarlæru/lívfrøði koma: ferðslulæra, heilsulæra, nøring, upplýsing um njótingar- og rúsevni og fyrstahjálp.

Her kann skúlin, í tann mun tað er gjørligt, fáa fakfólk at taka sær av undirvísingini.


Undir heimkunnleika koma: brúkarakunning og heilsulæra.

Sum partur av lærugreinini føroyskt: Kvæði og kvæðamentan.


7. flokkur eigur at fáa útbúgvingarkunning frá lestrarvegleiðara í kommununi.

6. Flokkaskipanin

Flokkatal skúlans skal altíð vera so, at næmingarnir kunnu fáa best møguligu undirvísing burtur úr tímajáttanini, sum skúlin fær.

7. Serundirvísing/serligur tørvur

Serligur tørvur

Fyri ta serundirvísing, sum verður játtað skúlanum vegna serligan tørv hjá einstøkum næmingum, skal ein lýsing/tilráðing saman við mettum tímatørvi verða gjørd í tøttum samstarvi við lærarar næmingsins, Førleikastovuna og Sernám.

Miðfirrað serundirvísing

Tá tímakvotan fyriliggur, ger Námsfrøðiliga Ráðið eina tilráðing til skúlaleiðaran um, hvussu tímarnir í miðfirraðu serundirvísingini skulu nýtast.

8. Námsætlan skúlans

Á hvørjum ári ger hvør einstakur lærari námsætlan fyri hvørja lærugrein/flokk, ið hann undirvísir. Her skal greitt verða lýst, hvørji mál lærarin hevur sett sær fyri flokkin fyri skúlaárið.

Serstøk læriætlan verður eisini gjørd fyri næmingar, ið fáa serundirvísingina.

Læriætlaninar skulu latast skúlans leiðslu í seinasta lagi 15. september á hvørjum ári.

9. Toymi

Skúlaleiðarin setir saman toymi, ið skulu ráðleggja, bæði viðvíkjandi tí einstaka næminginum og flokkinum yvirhøvur.

10. Ráðlegging

Fyri at samskipa undirvísingina í flokkinum, so hon altíð er á nóg góðum støði er neyðugt við   dyggari ráðlegging. Ráðleggingin skal eisini tryggja, at hvør einstakur næmingur fær tær avbjóðingar í skúlanum, ið eru hóskandi til hansara.

11. Flokslæraraskipanin

Hvør flokkur (stova) skal hava ein flokslærara, ið hevur tætt tilknýti til flokkin.

Flokslærarin:

  • Hevur ábyrgdina av at menna samanhald og felags reglur í flokkinum (stovuni).
  • Skipar fyri toymisfundum, hevur ábyrgdina av at ráðlagt verður og skrivar niður tað, ið skrivast skal.
  • Stendur fyri tí dagliga samskiftinum millum heim og skúla.
  • Skipar fyri foreldrafundum/viðtalum.
  • Ráðgevur tí einstaka næminginum.
  • Vísur á næmingar til serligan tørv.
  • Skipar fyri røklaskipanini í flokkinum.
  • Hevur ábyrgdina av, at dagbók (protokoll) floksins verður førd.
  • Kunnar skúlaleiðsluna um øll viðurskifti, ið hava týdning fyri floksins trivnað.
  • Hevur ábyrgdina annars av øllum teim uppgávum viðvíkjandi flokkinum, sum ikki beinleiðis hoyra undir ávísa lærugrein.

12. Fíggjarætlanin

Skúlaleiðarin ger uppskot til árligu fíggjarætlanina at leggja fyri skúlastýrið til ummælis.

13. Frítíðarætlanin

Skúlin fylgir øllum frítíðum og frídøgum í rundskrivinum frá Mentamálaráðnum.

Um dagar eru fríir at leggja, skulu teir leggjast eftir, sum Námsfrøðiliga Ráðið tekur avgerð um.

14. Heimastova

Miðað verður eftir, at hvør flokkur hevur sína heimastovu.

15. Morgunsangur

Morgunsangur eigur at vera hvønn dag.

16. Innskriving í skúlan

Innskrivingin í skúlan fer fram í januar mánaði. Á tí fundinum verður greitt frá, hvussu, skúlagongdin er løgd til rættis.

Eisini verður greitt frá, hvussu foreldur kunnu búgva børnini til at koma í skúla.

17. Samstarv við Frítíðarskúlan

Í tíðini áðrenn næmingar byrja í 1. flokki, eigur samstarv at verða millum skúla og frítíðarskúla um komandi 1. flokk.

18. Starvsfólkafundur

Skúlastýrið boðar starvsfólki skúlans til fundar í minsta lagi eina ferð um árið.

Á fundinum verður virksemi skúlans umrøtt, og eisini verður litið frameftir.

19. Teldulæra/-frálæra

Lærarar skúlans eiga í hóskiligan mun at taka telduna upp í undirvísingina í teimum lærugreinum, har hetta letur seg gera.

 

2. PARTUR

20. Læraratímatalvan

Fyri at geva lærarunum bestu umstøður at fyrireika undirvísingina fyri árið, eigur tímatalvan at verða løgd, góðkend og kunngjørd lærarunum fyri summarfrítíðina. Hetta er tó treytað av, at tímakvota skúlans fyri árið er tøk frá myndugleikanna síðu í góðari tíð frammanundan.

21. Fylgilærari

Ein lærari eigur at fylgja næmingunum til og frá ítrótti/svimjing.

22. Undirvísingarhættir

Lærarin velur teir arbeiðshættir, ið hann heldur best møguliga uppfylla endamál fólkaskúlans, so sum:

  • Skapa líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan
  • Menna samkenning og hugflog næmingsins
  • Økja hug næmingsins at læra
  • Venja hansara evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan
  • Menna hansara treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum
  • Búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur
  • Fremja andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

23. Atferðarreglur

Skúlastýrið ger við støði í ásettum reglum, samb. §60, uppskot um atferðarreglur skúlans.

24. Røklaskipanin

Í øllum flokkum skal vera røkil. Starvið gongur til skiftis millum næmingarnar. Røkilin hevur ávísar uppgávur hvønn dag, sum kunnu vera ymiskar frá flokki til floks, men uppgávurnar skulu vera soleiðis, at røkilin fær fatan av, at tað er eitt týdningarmikið og ábyrgdarfult starv, hann er settur at røkja.

Tað er flokslærarin, ið stýrir røklaskipanini.

25. Skúlamjólk

Um nóg stór undirtøka er, kunnu næmingar keypa mjólk í skúlanum eftir ávísari skipan, ið flokslærarin ger og umsitur.

26. Verkætlanararbeiði

Skúlin eigur at miða eftir, at eldru næmingar skúlans á hvørjum ári sleppa at royna seg við verkætlanararbeiði.

Tá tímatalvan verður løgd niður í sambandi við verkætlanararbeiði, eiga skúlans leiðsla og foreldrini at verða kunnað um hetta í góðari tíð frammanundan.

27. Evnisdagar/evnisvika

Skúlin eigur at miða eftir at hava minst eina evnisviku um árið.

Evnisdagar/evnisvikur skulu verða fyrireikaðar soleiðis, at foreldur fáa eina skrá fyri dagar/vikuna, áðrenn hon verður hildin.

28. Námsligt ráðleggingararbeiði

Eftir umsókn frá Námsfrøðiliga Ráðnum og tilmæli frá skúlastýrinum kann skúlin seta sær fyri at royna okkurt menningararbeiði.

29. Lærarar á skeið

Skúlin skal skapa lærarum góðar møguleikar at taka lut í teim skeiðum, sum eru í boði. Skúlaleiðarin skal í teim førum, har hann metir, at ein lærari hevur tørv á einum skeiði, royna at eggja honum at fara.

Lærarar skúlans eiga at fylgja við í námsfrøðiligu og fakligu menningini av skúlanum og skulu taka lut á skeiðum av og á  – um fortreytirnar annars eru í lagi.

Tolt eigur at vera, at eldru næmingarnir (4.-7. skúlaár) fáa frí, tá ið lærarar eru á skeiði ella eru sjúkir.

30. Samstarv við aðrar skúlar í kommununi

Skúlin samstarvar um fakhøli við hinar skúlarnar í kommununi.

 

3. PARTUR

31. Samstarvið millum heim og skúla

  1. Fyrst í hvørjum skúlaári kann verða skipað fyri kunnandi felags foreldrafundi. Á hesum fundi verða foreldrini kunnað um skúlan, ætlanirnar fyri árið o.a.
  2. Minst tveir foreldrafundir/viðtalufundir skulu vera árliga. Á fyrsta foreldrafundinum skulu øll foreldur hava høvið til eina einsæris samrøðu við lærararnar í høvuðslærugreinunum. Foreldrafundir kunnu verða skipaðir sum viðtalufundir ella sum foreldra/næmingasamrøður.  Tó skal skal fyrsti regluliga foreldraviðtalan verða áðrenn 1. februar.
  3. Fyrsta skúladag hjá 1. flokki møta lærararnir, ið skulu hava flokkin, upp til eitt stutt prát við næmingarnar og foreldrini, har teir m.a. greiða frá teim ymsu lærugreinunum, hvussu teir  ætla at skipa undirvísingina, hvat teir leggja dent á, hvat næmingarnir skulu hava við o.s.fr.

32. Vikuætlan

Vikuætlan fyri heimaarbeiði verður løgd út á heimastíðu skúlans.

33. Heimasetningur

Vanliga hava næmingarnir heimasetning fyri.

34. Ábyrgd foreldranna

Skúlin roknar við, at foreldrini gera sítt til, at næmingarnir eru væl fyri, tá ið teir koma í skúla, at teir hava etið morgunmat og møta rættstundis. Eisini roknar skúlin við, at foreldrini royna at hjálpa næmingunum í tann mun, tað er neyðugt, og annars ansa eftir, at heimasetningurin verður gjørdur til lítar.

Eisini roknar skúlin við at foreldrini hjálpa næmingunum at pakka taskuna og kanna eftir, at øll undirvísingaramboð og -tól eru við og klár til nýtslu, tá ið næmingarnir koma í skúla.

35. Fráboðanir

Um skúlin allur ella tað í tí einstaka flokkinum verður skipað fyri onkrum tiltaki, har vanliga undirvísingin verður løgd niður ella broytt í ein dag ella meir, eiga foreldrini at fáa boð um hetta.

36. Jarðarferð

Tá jarðarferð er í Hósvík, sleppa næmingarnir heim kl. 11.15.

37. Burturmistar bøkur

Foreldrini ábyrgdast fyri allar bøkur, ið næmingarnir missa burtur, sum skúlin flýggjar út.

38. Áheitan á foreldrini

  • Heitt verður á foreldrini um at læra børnini at vísa virðing og siðiligan  atburð mótvegis sínum meðmenniskjum, eisini tá ið umræður nýtslu av fartelefon- og internetsamskifti.
  • Næmingarnir lata seg úr um beinini, tá ið teir koma inn í skúlan. Mælt verður til, at næmingarnir hava inniskógvar, hálvhosur ella skóleistar at lata seg í.
  • Heitt verður á foreldrini um at læra børnini at nýta endurskin í vetrarhálvuni.

39.  Dagliga samskiftið við skúlan

Til ber at seta seg í samband við skúlan kl. 7.50 – 8.00 á morgni og í fríkorterunum.

40. Foreldraumboð

Á fyrsta felags foreldrafundi verða tvey foreldraumboð vald til hvørja stovu. Eru fleiri flokkar í somu stovu, verður eitt umboð valt fyri hvønn flokk.

Uppgávan hjá foreldraumboðunum er at stuðla um trivnaðin í flokkinum.

41. Um trupulleikar stinga seg upp

Um trupulleikar stinga seg  upp í sambandi við skúlagongdina hjá næmingi, eigur so vítt gjørligt greiða at fáast á viðurskiftunum við at foreldur og skúli í góðum samstarvi tosa saman. Um hetta  ikki er nøktandi, hava foreldur møguleika at kæra. Kærur skulu í fyrstu syftu sendast til flokslæraran, um málið ikki verður loyst nøktandi, skulu tær sendast til skúlaleiðaran. Um hetta heldur ikki loysir málið nøktandi, kunnu kærur sendast víðari til Mentamálaráðið. Kærur skulu verða skrivligar.

 

4.     PARTUR

42. Næmingafráverur

Næmingafráverur verða hvønn dag førdar í floksbók.


Váttan í sambandi við fráveru

Um næmingur er burtur frá skúla vegna sjúku ella aðrari lógligari grund, skal hann hava skrivliga váttan heimanífrá fyrsta skúladag, hann er aftur í skúla. Foreldrini kunnu eisini ringja ella SMSa til skúlan við fráboðan um fráveru.

Við longri ella afturvendandi fráveru kann læknaváttan verða kravd.

Fríloyvi

Skúlin gevur ikki næmingum frí til at fara út at ferðast í skúlatíðini

Skúladagatalið hjá næmingunum er 198 dagar um árið. Dagar sum verða mistir, eru mistir. Taka foreldur kortini barn úr skúlanum í úrtíð, hava tey ábyrgd at geva barninum mista undirvísing.

Boð heimanífrá

  • Um næmingur ikki kann taka lut í ítrótti (fimleiki/svimjingi), skal ítróttalærarin hava boð frá foreldrunum um hetta. Við longri ella afturvendandi fráveru kann læknaváttan verða kravd.
  • Um næmingur ikki kann fara út í fríkorter, verður hann vístur á stað, sum skúlin ávísir. Foreldrini skulu frammanundan hava givið flokslæraranum boð um orsøkina til, at næmingurin ikki kann fara út í fríkorter.

 

5.      PARTUR

43. Útferðir

Í øllum skúlaárinum kunnu gerast einstakar útferðir, t.d til søgulig og náttúurvøkur støð, arbeiðspláss, søvn o.a. Upplagt er at gera hesar vitjanir í sambandi við frálæru í heimstaðarlæru, søgu, náttúru/tøkni, lívfrøði o.ø. lærugeinum.

Útferðir skulu fyrireikast væl, so tær verða ein partur av undirvisingini. Skúlans leiðsla skal kunnast í góðari tíð frammanundan, tá útferðir verða gjørdar.

44. Seturskúli

Miðað verður ímóti at næmingarnir sleppa á seturskúla í 5.- 6. ella 7. flokki.

Seturskúlin  skal verða fyrireikaður sum partur av undirvísingini – og skal eisini eftirmetast sum onnur undirvísing.

Skúlans leiðsla og foreldrini skulu fáa eina skrivlig ætlan og skrá fyri seturskúlan í seinasta lagi eina viku, áðrenn farið verður.

45. At ganga til

Lestrartíðin verður avtalað millum skúlaleiðaran og viðkomandi prest.

Skúlin skipar ikki fyri fluttningi millum bygdirnar, tá ið næmingar ganga til.

46. Skifti næmingsins til framhaldsskúla

Skúlaleiðslan og skúlavegleiðarin úr Felagsskúlanum á Oyrarbakka greiða í januar mánaði foreldrum og næmingum í 7. flokki frá um 8. skúlaár og lærugreinavalið.

 

OKKARA SKÚLI – EIN ÍLØGA Í FRAMTÍÐINA

 

Við hesum meginreglum og í góðum samstarvi og við samábyrgd millum foreldur, lærarar og leiðslu skúlans, skúlastýri og kommununa, har øll kenna sína ábyrgd og royna sítt besta at skapa góðar læruumstøður, ríkt innihald og góðar karmar, er tað okkara hugsan, at vit fáa ein góðan og kveikjandi skúla til børn okkara.

 

Meginreglur

Fyri

Hósvíkar skúla

2002

 

Seinast dagført feb. 2012

Skúlastýrið fyri Hósvíkar skúla