Menningarætlan fyri Hósvíkar skúla

Um menningarætlanina

Menningarætlanin fyri Hósvíkar skúla fevnir um skúlans missión, visjón og stevnumið umframt virkisætlan fyri, hvussu vit røkka teimum málum, vit hava sett okkum fyri. Vit byggja víðari á tað, sum vit longu hava sett í verk, umframt ynski og dreymar fyri framtíðina. Starvsfólk, leiðsla, skúlastýri, samstarvsfelagar og foreldur lyfta uppgávuna í felag við at standa saman og taka væl ímóti nýggjum hugskotum og broytingum.

Missión

Vit tryggja, at næmingarnir fáa eina smidliga og góða skúlabyrjan, har teir verða stimbraðir til skúlalívið frameftir.

Visjón

Hósvíkar skúli strembar eftir hava eitt læruumhvørvi, har tað fakliga er í hásæti, og har børnini læra við sínum natúrliga hugi til spæl, sínum natúrliga forvitni, skapanarevnum og við rørslu. Vit arbeiða fyri at hava eina grunddeild, sum sær tað heila menniskjað, og har tann persónliga menningin er ein fortreyt fyri tí fakligu menningini. Vit vilja byggja brýr millum skúlan og dagstovnin í økinum fyri at fáa eitt so natúrligt skifti úr barnagarði í skúla og frítíðarskúla, soleiðis at barnið og foreldrini síggja ein betri samanhang í skúla- og frítíðarskúlalívinum hjá barninum.

Stevnumið

1)      Eitt trygt læruumhvørvi

Eitt trygt læruumhvørvi er grundað á góðar relatiónir millum næmingar og millum lærara og næming. Tað trygga læruumhvørvið byggir á viðurkenning og virðing fyri hvørjum øðrum. Eitt trygt læruumhvørvi er framsøkið og hevur fastar karmar. Í tí trygga læruumhvørvinum kunnu allir næmingar luttaka í undirvísingini við sínum egnu fortreytum, og vit viðurkenna, at vit læra á ymiskan hátt.

2)      Tann smidliga byrjanin til skúlalívið

Í tí smidligu byrjanini til skúlalívið savna vit okkum um, at tað fakliga er á høgum støði í nøkrum ávísum lærugreinum í senn. Harumframt leggja vit dent á eitt smidligt skifti úr barnagarði í skúla, har tørvurin hjá barninum á spæli og rørslu verður viðurkendur.

3)      Tær góðu søgurnar

Vit skapa ein pall at siga frá teimum góðu søgunum, soleiðis at umheimurin veit, at vit eru til. Hetta verður m.a. gjørt á heimasíðu skúlans undir heitinum ”Foreldur siga um skúlan”.

4)      Skúlin atkomuligur

Nú frítt er at velja skúla í kommununi, verður syrgt fyri, at skúlin er atkomuligur. Sama hvar í kommununi tú býrt, skalt tú kunna velja at ganga í Hósvíkar skúla. 

5)      Eitt gott samstarv millum skúla, dagstovnar og frítíðarskúla

Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava gott samstarv við dagstovnar og frítíðarskúla. Endamálið er, at børn og foreldur fáa eina góða heildaruppliving.

Eingi økir