Skrubb

Orsøkin til at børn, ungfolk ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Mottan borar seg niður í húðina, har hon síðani kann verpa/ víggja egg.

Hvussu gerist eg varug/-ur við, at eg havi skrubb?

Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Orsøkin til, at skrubb skriðar mest um náttina, er, at hitin undir dýnuni ger mottuna virkna. Tað ganga 2-3 vikur frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.

Hvussu verður ein smittaður við skrubbi?

Skrubb smittar við tøttum sambandi. Heilt einfalt flytur mottan seg frá einum persóni til annan. Mottan kann liva í upp til 72 tímar uttan fyri mannakroppin - í klæðum, seingjarklæðum, pútum og handklæðum.

8-12 tímar aftaná viðgerð smittar persónurin ikki longur.


Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb
Skrubb kann fyribyrgjast, og skrubb kann lættliga viðgerast

Hvar á koppinum trívist skrubb best?

Skrubb sæst einamest á økjum, har húðin er eitt sindur rálig.
Hetta er t.d millum fingrarnar, um handliðir, undir arminum og rundan um nalvan.

  • Hjá kvinnum kann tað eisini vera undir og á bróstunum.
  • Hjá monnum rundan um pungin og á penis.
  • Hjá smábørnum kann skrubb menna seg eitt sindur øðrvísi.
    T.d. kunnu smábørn, og serstakliga børn undir 2 ár, fáa skrubb á andlitið, um hálsin, í hárbotnin, undir iljarnar, á búkin og aftan fyri oyruni.

Hvussu er viðgerðin fyri skrubb?

Skrubb fer ikki burtur av sær sjálvum. Smittan skal viðgerast beinanvegin við t.d. NIX, sum fæst í handkeyp á apotekinum.

Viðgerðin er einføld og munagóð. Viðmerkjast skal, at tað er heilt vanligt, at ein hevur skriða í 2 til 4 vikur, eftir at viðgerðin er endað.

Tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast til ber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast.

Fyribyrging av smittuspjaðing

Fyribyrging og viðgerð:

  • Smittan verður borin frá einum persóni til ein annan við tøttum sambandi, ella umvegis handklæðir o.a.
  • Seingjarklæðir, handklæðir v.m skulu samstundis vaskast við 60 stigum C.
  • Troyggjur o.a., sum ikki kunnu vaskast við 60 C, kunnu annaðhvørt frystast í 1 samdøgur, ella leggjast í afturlatnan plastposa í 4 samdøgur.
  • Mælt verður tí til í tíðarskeiðnum, tá ið skrubb herjar, at nýta pappír til at turka sær við heldur enn handklæði.

Hvat geri eg, um eg havi illgruna um skrubb?

Heilsufrøðingurin kann ráðgeva tær viðvíkjandi smittu, viðgerð og eisini viðvíkjandi fyribyrgjandi viðgerð heima við hús og hjá øðrum, sum tú hevur tætt samband við.

Ert tú í iva, vend tær til tín kommunulækna, sum kann staðfesta, um talan er um skrubb.

 

Meiri kunning fæst á www.gigni.fo. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til Gigni á tel 562300 ella gigni@gigni.fo.

 

Tak faldaran niður her