Trivnaðarætlan fyri Hósvíkar skúla
Treytin fyri at næmingarnir skulu kunna luttaka í einum felagsskapi er, at teir hava sosialan førleika. Treytin fyri at næmingarnir skulu kunna fáa sum mest burtur úr undirvísingini er, at teir trívast í skúlanum.
Trivnaðarætlanin skal verða eitt amboð í gerandisdegnum hjá næmingum, lærarum og foreldrum til at menna sosiala førleikan hjá næmingunum og skapa góðan trivnað og læruumhvørvið í skúlanum. Tað er týdningarmikið at heimið stuðlar upp undir trivnaðin í skúlanum.
Í Endamálsgrein fólkaskúlans stendur soleiðis:
§1 Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Endamálið við trivnaðarætlanini er:
- At økja sosiala førleikan hjá næmingunum
- At skapa eitt gott læruumhvørvið
- At læra næmingarnar at taka ábyrgd av trivnaðinum og læriumhvørvinum í flokkinum
- At økja samstarvið millum – næmingar, lærarar, heim og skúla
Vit ynskja at:
- Yngri og eldri næmingar hjálpa og læra av hvørjum øðrum, fakliga og sosialt
- Næmingarnir tosa virðiliga hvør við annan
- Eingin argar, happar ella særir onnur
- Næmingarnir hjálpa/ boða frá, um onkur er í vanda ella hevur tað ringt
- Teir eldru næmingarnir eru góðar fyrimyndir hjá teimum yngru
- Næmingarnir fara væl um skúlan
- Næmingarnir eru góð umboðan fyri skúlan úti millum onnur
Trivnaðartiltøk í skúlanum
Í ársætlan skúlans eru ásettir dagar fyri ymisk afturvendandi tiltøk, sum eru við til at økja um trivnaðin hjá næmingum, lærarum og foreldrum s.s.: Seturskúli, útferðir, vitjanir, garðdagur, verkætlanararbeiði, evnisarbeiði, jóla- og føstulávintshald og heim/skúlasamstarv. Av og á verður skipað fyri hugnakvøldi, sum foreldrabólkarnir skipa fyri og tiltøk fyri foreldrini.
Til at stuðla okkum við trivnaðararbeiðinum, hava vit:
- Atferðarreglur
- Floksreglur
- Floksfundir
- Næmingasamrøður
- Happiætlan
- Foreldrabólkar
- Spælilið
- Heilsufrøðing
- SSP
- Førleikastovuna: AKT lærara, serlærara, lesivegleiðara, orðblindalærara og støddfrøðisvegleiðara
Sernám - Skúlastýrið