20. desember 2022

Starvslýsing

Søkt verður eftir lærara ella vikari í tíðaravmarkað starv frá 3.januar 2023 - 21. juni 2023. Lønarbrotið er 0,5.
Hósvíkar skúli er ein lítil bygdarskúli við næmingum úr 1.-3. flokki. Í skúlanum starvast 2 lærarar og eitt hjálparfólk.

Førleikakrøv
Okkum tørvar ein lærara, sum hevur førleikar ella royndir at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, kristni, myndlist og svimjing í grunddeild. Onnur, við viðkomandi útbúgvingum ella royndum, eru eisini vælkomin at søkja.

Tann, ið settur verður, skal:
• Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
• Vera stundisligur og nærlagdur

Lønar- og setanartreytir.
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd av tí, ið settur verður.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30.12.2022 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar til:
T-postur: Hos@skulin.fo og viðmerkjast «starv»
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja á tlf. 297258 ella á T-post: torgerd.joensen@skulin.fo

Nýggjastu greinarnar

01. mai 2025

Starvslýsing

Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Hósvíkar skúla.pdf

Vís meira
23. apríl 2025

Garðdagur

15/5 frá kl. 16-19 verður garðdagur hjá Hósvíkar skúla og frítíðarskúlanum við Stórheygg.  Kl.…

Vís meira
11. apríl 2025

FM í talvi

26/3 vóru børn úr 3. flokki til talvkapping í Fuglafjarðar skúla. Tey sloppu ikki víðari hesufe…

Vís meira
11. apríl 2025

Bókmentavika

Í døgnum 7-11 apríl hevur verið bókmentavika í Hósvíkar skúla fyri at skapa lesigleði og hugsav…

Vís meira