Jólakafe til frama fyri barnabata
Í ár skipaðu Hósvíkar skúli og frítíðarskúli fyri jólakafe fyri næmingum, foreldrum og avvarandi. Næmingarnir framførdu nøkur jólaløg, og eisini var blokkfløjtu og saxofon konsert.
Bjóða var holukøkur og saft, og síðan var møguleiki fyri at keypa køkuposar og sunkist. Eisini hevði Maria frá 1. flokki gjørt jóladekuratiónir, sum hon seldið.
Inn var savnað 4261,50 kr.
Pengarnir fara óskerdir til jólahjálpina hjá barnabata.
Hósvíkar skúli og frítíðarskúli takkar fyri stuðulin.





Nýggjastu greinarnar

1. og 2. flokkur seta niður eplir.
í morgun hava 1. og 2. flokkur sett niður epli. Nú verður spennandi at fylgja við hvussu tað fe…

Skúlastýrið takkar fyri ein góðan garðdag
Skúlastýrið takkar fyri góða luttøku á garðdegnum.Nógv gott kom burturúr løtuni, og nú hava næm…

Starvslýsing
Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Hósvíkar skúla.pdf

Garðdagur
15/5 frá kl. 16-19 verður garðdagur hjá Hósvíkar skúla og frítíðarskúlanum við Stórheygg. Kl.…