Evnisvika – føroysk mentan, náttúra og felagsskapur
Í evnisvikuni hava næmingarnir í Hósvíkar skúla havt eina fjølbroytta og læruríka viku við nógvum spennandi upplivingum. Við støði í føroysku mentanini, náttúruni og okkara siðvenjum hava næmingarnir fingið høvi at læra gjøgnum praktiskt arbeiði, kreativitet og felagsskap.
Á skránni hava millum annað verið fletting á, vitjan á bóndagarði, eplaupptøka, fisking og tøving við ull. Næmingarnir hava eisini roynt seg í køkinum, har teir hava gjørt eplapitsu, eplabátar og blóðpylsu.
Frá náttúruni til matborðið
Ein týðandi partur av evnisvikuni hevur verið at geva næmingunum innlit í, hvaðani maturin kemur, og hvussu okkara náttúrutilfeingi verður gagnnýtt.
Næmingarnir hava fylgt tilgongdini frá rávøru til lidnan mat – frá tí, at eplini verða tikin upp úr jørðini, til tey verða tilgjørd og borðreidd. Somuleiðis hava flettingin og vitjanin á bóndagarðinum givið teimum innlit í føroyskan landbúnað og gamlar siðvenjur.
Við sjálvi at taka lut í arbeiðinum hava næmingarnir fingið eina betri fatan av, hvussu nógv arbeiði, tíð og samstarv liggur aftan fyri matin, sum vit eta.
Skapandi arbeiði við íblástri úr heystinum
Evnisvikan hevur eisini givið rúm fyri skapandi arbeiði. Við íblástri úr heystinum hava næmingarnir gjørt myndir og arbeitt við ull, har teir millum annað hava tøvt bóltar. Á henda hátt hava teir fingið høvi at nýta hugflogið og royna seg við ymiskum tilfari og arbeiðsháttum.
Felagsskapur tvørtur um skúlar
Ein av døgunum vóru vit saman við næmingum úr Hvalvíkar skúla. Hetta var eitt gott høvi hjá børnunum at hittast í øðrum umstøðum, samstarva og knýta nýggj vinabond.
Felagsskapur og samstarv hava verið ein natúrligur partur av allari vikuni, har næmingarnir hava hjálpt hvørjum øðrum, tikið ábyrgd og verið virknir í felags uppgávum.
Ein hugnaligur endi á einari góðari viku
Vit endaðu evnisvikuna við felags morgunmati, har næmingar og starvsfólk savnaðust um eina hugnaliga løtu saman. Hetta var ein góður máti at seta punktum fyri eina viku, sum hevur verið merkt av upplivingum, lærdómi og góðum felagsskapi.
Hesin dagurin var eisini seinasti dagur hjá okkara báðum starvsvenjingarnæmingum úr 10. flokki, sum hava verið partur av gerandisdegnum í skúlanum. Vit vilja takka teimum hjartaliga fyri tíðina hjá okkum og fyri teirra íkast til skúladagin. Vit ynskja teimum alt tað besta víðari.
Vit líta aftur á eina sera góða evnisviku, har næmingarnir hava fingið nýggja vitan og royndir gjøgnum praktiskt arbeiði og felags upplivingar. Vikan hevur givið teimum størri innlit í okkara mentan, náttúru og siðvenjur, samstundis sum hon hevur styrkt felagsskapin.
Ein vika við forvitni, arbeiðsgleði, hugna og samanhaldi!
Nýggjastu greinarnar
Foreldrafundur hósdagin 10/9
Foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki møta kl. 17.00-17.45 í floksstovuni saman við flokslærar…
Skúlastýrisfundur 27/8
Eru mál, tit ynskja at fáa fyri á skúlastýrisfundi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband v…
Farið verður aftur í skúla 12. august
Vælkomin aftur í skúla! 2. og 3. flokkur møtir frá kl. 9 -9.45 1. flokkur møtir kl. 10-11 sam…
Søkt verður eftir vikari til skúlaárið 2026-27
Hósvíkar skúli søkir eftir ábyrgdarfullum og ágrýtnum starvsfólki, sum hava áhuga fyri at arbei…