Søkt verður eftir vikari til skúlaárið 2026-27
Hósvíkar skúli søkir eftir ábyrgdarfullum og ágrýtnum starvsfólki, sum hava áhuga fyri at arbeiða við næmingum í grunddeildini og kunnu taka vikartímar eftir tørvi gjøgnum skúlaárið.
Vit vænta, at tú:
-hevur áhuga fyri at arbeiða við næmingum í grunddeildini
-tekur lut í dagliga arbeiðinum í skúlanum
-kanst arbeiða sjálvstøðugt
-ert fús/ur at taka tær uppgávur, sum fyrikoma í skúlanum
-ert stundislig/ur og nærløgd/-ur
Løn
Læraraútbúgvin uttanífrá: kr. 340,82 um tíman
Ikki læraraútbúgvin: kr. 210,30 um tíman
Umsókn
Áhugaði kunnu senda eina umsókn á teldupost hos@skulin.fo
ella torgerd.joensen@skulin.fo ella við at ringja á tlf. 712200
Tórgerð Joensen, skúlastjóri
Nýggjastu greinarnar
Foreldrafundur hósdagin 10/9
Foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki møta kl. 17.00-17.45 í floksstovuni saman við flokslærar…
Skúlastýrisfundur 27/8
Eru mál, tit ynskja at fáa fyri á skúlastýrisfundi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband v…
Farið verður aftur í skúla 12. august
Vælkomin aftur í skúla! 2. og 3. flokkur møtir frá kl. 9 -9.45 1. flokkur møtir kl. 10-11 sam…
112 dagur
20. mai var ein sera væleydnaður 112 dagur við Margáir. Tiltakið var fyri allar næmingar 1.2.…