Summarlegan hjá reyðakrossi
Summarlegan hjá Reyða Krossi 5. - 10. juli
Eitt frírúm fyri børnini - Ein tryggur felagsskapur - Stuttligar og minnisríkar upplivingar
Á triðja ári á rað skipar Reyði Krossur fyri summarlegu. Í summar 2026 verður legan í deplinum í Skálavík í døgunum 5. til 10. juli.
Hvørjum er legan ætlað?
Summarlegan er fyri børn í aldrinum 9-12 ár. Summarlegan er fyrst og fremst ætlað børnum, sum av ymiskum orsøkum hava brúk fyri at koma á eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu. Tað kann vera av fíggjarligum, sosialum, familiurelateraðum, sálarligum, fysiskum ella av øðrum ávum. Tað eru kanska børn, sum ikki ordiliga trívast, hava tað eitt sindur trupult ella strævið í skúlanum, heima, ella í øðrum felagsskapi. Ella tað kann vera børn, hvørs foreldur ikki hava møguleika at ferðast ella lata børnini fara á legu. Hetta eru tó ikki fortreytir fyri at sleppa við á leguna.
Hvør arbeiðir á leguni?
Øll tey vaksnu, sum arbeiða á leguni, eru sjálvboðin, t.e. tey eru ólønt, og tey eru við, tí tey vilja skapa góð, stuttlig og trygg summarminnir saman við børnunum. Á leguni møta børnini vaksnum, sum hava tíð, orku og hug at geva umsorgan og nærleika. Hvør vaksin ansar tveimum børnum, og eru tað tey somu vaksnu, sum eru um børnini alla leguna.
Harafturat er eitt sjálvboðið køkstoymi, sum ger barnavinaligan, kreativan og føðsluríkan mat til børnini alla leguna.
Øll sjálvboðin lata inn barnaváttan og hava tagnarskyldu.
Hvat gera børnini á leguni?
Leguskráin verður bæði stuttlig og fjølbroytt, og vit leggja stóran dent á, at okkurt er fyri øll. Vit fara m.a. útferðir, at svimja, at hava ymiskar kreativar verkstovur og at syngja, spæla spøl og hugna okkum saman.
Dagarnir síggja soleiðis út:
Morgunmatur, fyrrapartsaktivitetur, døgurði, seinnapartsaktivitetur, fríløta, nátturði, fríløta og samling.
Les annars á heimasíðuni hjá Reyða Krossi um leguna https://redcross.fo/summarlegan
Nýggjastu greinarnar
Garðdagur týsdagin 12/5
Týsdagin 12/5 frá kl 16-18.30 skipar skúlastýrið og frítíðarskúlin fyri árliga garðdegnum hjá H…
Kom við!
Samtykki
í samband við 112-dagin, er tørvur á tykkara samtykki til, at tveir SSP-ráðgevar taka støðumyn…
Lesfest
Í Hósvíkar skúla var móðurmálsdagurin hátíðarhildin við eini lesikafé. Bjóðað varð toast og fru…