Samtykki
í samband við 112-dagin, er tørvur á tykkara samtykki til, at tveir SSP-ráðgevar taka støðumyndir og film av tiltakinum. Hesi skulu brúkast til Facebook og Instagram síðuna hjá SSP (SSP – Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi). Endamálið er at skjalprógva dagin og arbeiðið hjá SSP samstarvinum. Um nakar av tykkum IKKI ynskir, at barn tykkara skal á støðumynd, verða tit vinarliga biðin um at boða flokslæraranum frá í seinasta lagi mánadagin 11/5. Síðani kann flokslærarin boða SSP-ráðgevingini frá um hetta. Um tit hava nakrar spurningar hesum viðvíkjandi eru tit vælkomin at ringja/skriva til SSP-ráðgevingina, tlf. 30 24 80, teldupost: ssp@ssp.fo.”
Nýggjastu greinarnar
Evnisvika – føroysk mentan, náttúra og felagsskapur
Í evnisvikuni hava næmingarnir í Hósvíkar skúla havt eina fjølbroytta og læruríka viku við nógv…
Foreldrafundur hósdagin 10/9
Foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki møta kl. 17.00-17.45 í floksstovuni saman við flokslærar…
Skúlastýrisfundur 27/8
Eru mál, tit ynskja at fáa fyri á skúlastýrisfundi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband v…
Farið verður aftur í skúla 12. august
Vælkomin aftur í skúla! 2. og 3. flokkur møtir frá kl. 9 -9.45 1. flokkur møtir kl. 10-11 sam…