18. august 2025

Hósvíkar skúli sum Betri vinir skúli

Góðu foreldur

í ár er Hósvíkar skúli so heppin at gerast ein partur av Betri vinir trivnaðarátakinum.
Aðrir skúlar luttaka eisini og verkætlanin verður framd í samstarvi við Barnabata, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám, umframt Mary Fonden og Red Barnet í Danmark Hetta merkir, at starvsfólki í teim yngstu flokkunum hava verið á skeið, har tey hava lært at brúka tilfar og at skipa fyri ymiskum virksemi, sum hevur til endamál at skapa góða og trygga floksmentan fyri allar næmingar.  
Í hesum sambandi fara vit nú at gera ein kanning av trivnaðinum hjá næmingunum í grunddeild, tað er forskúli, 1., 2. og 3. flokkur.

Endamálið við kanningini er at fáa upplýsingar frá næmingunum um, hvussu tey trívast í skúlanum, bæði fakliga og sosialt, so at vit kunnu staðfesta verandi støðu og fylgja við gongdini. Soleiðis kunnu vit  brúka tað í okkara víðari arbeiði við Betri vinum og síggja, hvussu verkætlanin eydnast og roynist. 
Kanningin er ein spurnakanning við 20 spurningum um teirra skúladag, til dømis um hvussu tey trívast í skúlanum, og hvussu teimum dámar fríkorterini og tímarnar.

Næmingarnir verða navnleysir og skulu tí ikki upplýsa navn ella flokk. Hetta fyri at tryggja, at ongin einstakur næmingur kann “kennast aftur”. Starvsfólk í skúlanum verða inni í flokkinum, meðan spurningarnir verða lisnir fyri børnunum, so at børnini fara at kenna seg trygg og eru saman við góðum og kendum fólki.  
Vit fara at greiða næmingunum frá endamálinum við kanningini, hvussu hon fer at fara fram, umframt at hon er sjálvboðin.

Vit vóna, at tit lata barn tykkara luttaka, soleiðis at vit fáa so góða mynd av samlaðu støðuni í grunddeild sum møguligt.

Um tit ikki ynskja at barn tykkara skal luttaka í kanningini, kunnu tit geva skúlastjóranum boð um hetta í seinasta lagi 22/8 2025 antin við at senda teldupost ella sms. So skipa vit tað soleiðis, at tykkara barn sleppur at gera okkurt annað, tá kanningin fer fram.  
 
Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlastjóran. 
Takk fyri. 
Blíðar heilsur 
Tórgerð Joensen

Nýggjastu greinarnar

21. juni 2026

Søkt verður eftir vikari til skúlaárið 2026-27

Hósvíkar skúli søkir eftir ábyrgdarfullum og ágrýtnum starvsfólki, sum hava áhuga fyri at arbei…

Vís meira
21. mai 2026

112 dagur

20. mai var ein sera væleydnaður 112 dagur við Margáir. Tiltakið var fyri allar næmingar 1.2.…

Vís meira
06. mai 2026

Summarlegan hjá reyðakrossi

Summarlegan hjá Reyða Krossi 5. - 10. juli Eitt frírúm fyri børnini - Ein tryggur felagsskapur…

Vís meira
05. mai 2026

Garðdagur týsdagin 12/­5

Týsdagin 12/5 frá kl 16-18.30 skipar skúlastýrið og frítíðarskúlin fyri árliga garðdegnum hjá H…

Vís meira