21. januar 2025

Samrøðubólkur

Samrøðubólkur byrjar aftur.

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum.

 

Um nóg nógv tekna seg er ætlanin hesaferð at hava bólk fyri næmingar í 2.-4. flokki.

 

Tó eru allir næmingar frá 2.-10.fl vælkomnir at melda seg til.

 

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent ella tað liggur fleiri ár afturi í tíðini.

Samrøðubókurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum í ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki.

Ætlanin er, at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, hósdagar frá kl 12.45-14.15

Melda til skjótast gjørligt ella í seinasta lagi týsdag 4. feb.

 

 

Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo

ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

 

Blíðar heilsanir

Katrin Højsted, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur

Nýggjastu greinarnar

09. oktober 2026

Evnisvika – føroysk mentan, náttúra og felagsskapur

Í evnisvikuni hava næmingarnir í Hósvíkar skúla havt eina fjølbroytta og læruríka viku við nógv…

Vís meira
04. september 2026

Foreldrafundur hósdagin 10/­9

Foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki møta kl. 17.00-17.45 í floksstovuni saman við flokslærar…

Vís meira
24. august 2026

Skúla­stýrisfundur 27/­8

Eru mál, tit ynskja at fáa fyri á skúlastýrisfundi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband v…

Vís meira
06. august 2026

Farið verður aftur í skúla 12. august

Vælkomin aftur í skúla! 2. og 3. flokkur møtir frá kl. 9 -9.45 1. flokkur møtir kl. 10-11 sam…

Vís meira