07. oktober 2024

Hevur tú atkvøðurætt til skúlastýrisvalið?

Hvør hevur atkvøðurætt?


• Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt.

Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?
• Á Vanganum: Far til "Vangamynd"

Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika

• Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:Vend tær til Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK
MØGULIGAR MISSKILJINGAR

• "Fráboðan av faðirskapi" og "fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika" eru ikki tað sama

• Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið

TÝDNINGARMIKIÐ AT MINNAST TIL
Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvali

Nýggjastu greinarnar

21. oktober 2024

Vallisti og uppstillingarfundur

Yvirlit yvir tey foreldur, sum eru skrásett at hava valrætt og valbæri til skúlastýrisvalið 12.…

Vís meira
21. oktober 2024

Vallisti og uppstillingarfundur

Yvirlit yvir tey foreldur, sum eru skrásett at hava valrætt og valbæri til skúlastýrisvalið 12.…

Vís meira
11. oktober 2024

Góða heyst­frítíð

Vit síggjast aftur 21/10 kl.8.00.    Telefonnr. 297258 er aftur virkið.

Vís meira
18. september 2024

Skeið í sambandi við næminga­ráð­sarbeiði

Týsdagin 24. september fara tey trý, sum eru vald í næmingaráðið í Hósvíkar skúla saman við sta…

Vís meira