11. september 2024

Næmingaráðsval

Í dag 11. september hevur verið val til næmingaráðið í grundeildini í Hósvíkar skúla. Næmingarnir hava valt tvey umboð og eitt varaumboð í næmingaráðið. Tey valdu eru Eva í 3. flokki og Johan í 1. flokki. Sigurð í 1. flokki er valdur sum eykalimur.

Tey hava verið sera spent, og tað var fyri nøkur leingi at bíða frá uppstillingarfundinum mánadagin og til sjálvan valdagin í dag.

Valið var kl. 10, og meðan uppteljingin var, spældu næmingarnir brettspøl. Aftaná stóru løtuni, tá úrslitið bleiv kunngjørt, hvørji tvey vóru vald, mátti lutakast til fyri at finna eykalimin. Tað vóru nevnliga trý, sum høvdu fingið líka nógvar atkvøður. So valið bleiv so spennandi, sum tað kundi blíva.

Vit endaðu dagin við at fáa wraps, sum Ruben Busk hevði gjørt. Omaná fingu vit eina flotta fruktskál.

Samanumtikið ein frálíkur dagur.

Myndafrásøgn

Nýggjastu greinarnar

18. september 2024

Skeið í sambandi við næminga­ráð­sarbeiði

Týsdagin 24. september fara tey trý, sum eru vald í næmingaráðið í Hósvíkar skúla saman við sta…

Vís meira
31. august 2024

Myndlist

Í góðveðrinum fríggjadagin arbeiddu næmingarnir hugagóðir við avrikunum, sum tey skulu sýna fra…

Vís meira
15. august 2024

Vælkomin í skúla

Í gjár høvdu 7 børn fyrsta skúla dag í Hósvíkar skúla.  Jóhanna ( flokslærari), Tórur, Jóhan,…

Vís meira
10. august 2024

Aftur í skúla

Mikudagin 14. august verður farið aftur í skúla. 2.-3. flokkur møta kl. 9.00.  1. flokkur møt…

Vís meira