Jólasøla til frama fyri barnabata
Hósvíkar skúli og frítíðarskúlin skipaðu í ár fyri jólasølu fyri næmingum, foreldrum og avvarandi. Næmingarnir gingu lusia og framførdu nøkur jólaløg. Eisini var blokkfløjtu konsert.
Bjóðað var ókeypis vaflur, saft, te og kaffe. Síðani var møguleiki at keypa smákøkur, sukurpinnar, piparnøtur, kleynir og jóladekoratiónir, ið næminganir sjálvi høvdu gjørt.
Inn var savnað í alt 4575 kr.
Pengarnir fara óskerdir til jólahjálpina hjá barnabata.
Hósvíkar skúli og frítíðarskúli takkar fyri stuðulin.
Nýggjastu greinarnar
Foreldrafundur hósdagin 10/9
Foreldur at næmingum í 1. og 2. flokki møta kl. 17.00-17.45 í floksstovuni saman við flokslærar…
Skúlastýrisfundur 27/8
Eru mál, tit ynskja at fáa fyri á skúlastýrisfundi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband v…
Farið verður aftur í skúla 12. august
Vælkomin aftur í skúla! 2. og 3. flokkur møtir frá kl. 9 -9.45 1. flokkur møtir kl. 10-11 sam…
Søkt verður eftir vikari til skúlaárið 2026-27
Hósvíkar skúli søkir eftir ábyrgdarfullum og ágrýtnum starvsfólki, sum hava áhuga fyri at arbei…